VRVága Reint.

VIT VASKA Á ØLLUM FASTLANDINUM

Næsti gestur.
Eitt reint
fyrsta inntrykk.

Vit taka okkum av reingerð og klárgerð millum gestirnar. Tú fært ein bústað, sum er klárur at bjóða vælkomin.

Airbnb · Feriuhús · Íbúðir · Bátavasking

Ljóst og væl hildið kamar við reinum seingjarklæðum
✓Frá seinasta gesti
til næsta vælkomin.
Reingerð frá A til ZFrísk seingjarklæðiKlárgerð eftir avtaluMyndir, tá liðugt er

01 / TÆNASTUR

Alt tað millum
farvæl og vælkomin.

Ein góð gestauppliving byrjar við einum reinum bústaði. Vit hjálpa við tí praktiska, so tú kanst brúka tíðina upp á annað.

01

Reingerð

Køkur, baðirúm, gólv og yvirflatir. Vit fara eftir teimum smálutunum, sum gestirnir leggja merki til.

02

Seingjarklæði

Skifta seingjarklæði og handklæði. Vask og veiting av klæðum verða avtalað fyri seg.

03

Tað síðsta eftirlitið

Fylla upp við vørum frá eigaranum, kanna sjónligar skaðar og senda myndir eftir klárgerð.

BÁTAVASKING

Reint innanborðs.
Klárt til næsta túr.

Vit bjóða reingerð innanborðs á bátum og skipum. Fá hjálp til messuna, køkin, stýrhúsið og onnur rúm umborð — eina ferð ella eftir fastari avtalu.

Fá tilboð upp á bátavasking

Messa og køkur

Reingerð av borðum, yvirflatum, vaski og gólvum eftir avtalu.

Stýrhús

Rútar innan, gólv og vanligar yvirflatir. Instrument og elektronikkur verða bert viðgjørd eftir serstakari avtalu.

Kømur og baðirúm

Reingerð av kømrum, WC og baðirúmum eftir tørvi og avtalaðum arbeiðslista.

Prísur eftir tilboði. Stødd, standur, staðseting og atgongd verða tikin við í metingina. Tænastan fevnir um reingerð innanborðs.

EINFALT AT KOMA Í GONGD

Tín bústaður.
Okkara uppgáva.

  1. Fortel okkum um bústaðin

    Stødd, staðseting og hvat tú hevur tørv á.

  2. Vit avtala prís og tíð

    Vit kanna atgongd og skiftingartíðir, áðrenn arbeiðið verður váttað.

  3. Klárt til næsta gest

    Vit gera avtalaða arbeiðið og boða frá, tá liðugt er.

02 / PRÍSUPPSKOT

Ein greið byrjan.

Vegleiðandi prísir fyri vanliga klárgerð. Endaligt tilboð verður avtalað eftir stødd, standi og staðseting.

LÍTIL ÍBÚÐ

Studio

900 kr.

fyri hvørja klárgerð

  • Vanlig reingerð
  • Køkur og baðirúm
  • Myndir eftir klárgerð
Vel studio

STØRRI BÚSTAÐUR

Hús

2.000 kr.

frá, fyri hvørja klárgerð

  • Reingerð eftir stødd
  • Køkur og baðirúm
  • Myndir eftir klárgerð
Vel hús

Hetta er við

Vanlig reingerð av køki, baðirúmi, gólvum og yvirflatum, sjónligt eftirlit og myndir eftir arbeiðið.

Hetta verður avtalað sær

Koyring og møgulig tunnilsgjøld verða roknað eftir staðseting. Skifting av reinum seingjarklæðum og handklæðum: vegleiðandi +150 kr. Klædnavask, veiting av klæðum, nýtsluvørur og eyka reingerð verða avtalað fyri seg.

Prísirnir omanfyri eru vegleiðandi grundprísir. Áðrenn tú bíleggur, fært tú eitt samlað tilboð við koyring, avtalaðum ískoytum og møguligum MVG. Einki eyka arbeiði verður gjørt uttan avtalu.

UM OKKUM

Isak aftan fyri
Vága Reint.

Eg eiti Isak Johansen og eri í ferð við at byggja Vága Reint upp. Eg vil gera tað lættari hjá eigarum av Airbnb og feriubústøðum at fáa reingerð og klárgerð millum gestirnar.

Tú hevur beinleiðis samband við meg, tá vit avtala arbeiðið, prísin og tíðirnar.

Tosa við Isak · 789737

FØST AVTALA

Hjálp til næstu
skifting eisini.

Hevur tú gestir regluliga? Vit kunnu avtala afturvendandi klárgerð við einum greiðum arbeiðslista og avtalaðum prísum.

  • Avtala um atgongd og lyklar
  • Skiftingartíðir og arbeiði váttað frammanundan
  • Myndir og boð eftir klárgerð
Spyr um fasta avtalu

03 / FYRISPURNINGUR

Lat okkum fáa
bústaðin kláran.

Fyll út og bið um tilboð til ein feriubústað ella bátavasking.

ØKIÐVit vaska á øllum fastlandinum.

Arbeiðið verður váttað eftir avtalu um tíð og tøka orku.

Vegleiðandi grundprísur900 kr.

Koyring, møgulig tunnilsgjøld, onnur ískoyti og møguligt MVG verða staðfest í samlaða tilboðnum.

Teldupostforritið verður opnað við tínum fyrispurningi. Tú sendir sjálvur teldupostin. Arbeiðið er ikki bílagt, fyrr enn avtalan er váttað.

GOTT AT VITA

Nakrir spurningar?

Kann eg fáa hjálp til hvørja skifting?

Vit kunnu avtala afturvendandi klárgerð. Tíðir og tøka orkan skulu váttast, áðrenn ein avtala byrjar.

Skal eg hava seingjarklæði og vørur klár?

Sum útgangsstøði skulu rein klæði og nýtsluvørur vera í bústaðnum. Aðrar loysnir kunnu avtalast fyri seg.

Hvat um bústaðurin er serliga skitin?

Eyka arbeiði er ikki við í vanligu klárgerðini. Vit avtala vavið og prísin við tær, áðrenn eyka arbeiði verður gjørt.